Forsíða

Eigarafelagið Millum Gilja

Seinasta dagføring av heimasíðuni:


10/06-2018:

Aðalfundarfrágreiðingarnar fyri 3 tey síðstu árini liggja undir leinkini FUNDARFRÀGREIÐINGAR her til vinstru

Innkallan til aðalfund 2018


Við hesum verður kallað inn til árliga aðalfundin í Eigarafelagnum millum Gilja,


mikudagin 23. mai 2018 kl. 19:00 í Býlingshúsinum.


Skrá sambært § 9 í viðtøkunum:


 1. Aðalfundurin velur fundarstjóra.


 2. Aðalfundurin velur skrivara


 3. Frágreiðing um virki felagsins í farna ári


 4. Framløga av grannskoðaða ársroknskapinum til góðkenningar.


 5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.


 6. Val av grannskoðara.


 7. Ymiskt.



Sambært §10 í viðtøkunum hava limir felagsins rætt til at møta á fundinum

 

Hvør limur hevur eina, atkvøðu.

 

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.


10. mai 2018


Blíðar heilsanir


Nevndin

 



Kyndlagonga verður gamlaárskvøld


Hey øll somul 😀


Nýggjársaftan kl. 21.00 fara vit at ganga kyndlagongu.


Vit møtast viđ vendiplássiđ viđ nr. 121 (uttanfyri hjá Paula Waag/Bjarna Djurholm) hagani ganga vit runt Millum-Gilja og hittast á stóra fríøkinum, har skipađ verđur fyri felags fýrverki.


Øl og cider er til tey vaksnu og sunkist til børnini.


Tađ hevđi tí veriđ deiligt, um tit søgdu frá, hvussu nógv koma úr hvørjum húsi (nýggjársgestir eru sjálvandi vælkomnir eisini) 😉🔥🎉


Melda til á:https://www.facebook.com/events/217416575467500/



GG!

Tađ er ikki møguligt at koma viđ brenni til báliđ, tá vit bert hava tunnir í ár ☺👍.



30 ára merkisdagur


Í ár eru 30 ár liđin, síđani fyrstu fólkini fluttu til Millum-Gilja 🇫🇴🇫🇴🇫🇴


Hetta fara vit at feira, og tí hava vit sett 30. september at vera dagin, har vit hátíđarhalda, at býlingurin hevur rundađ tey 30 🍾🎉🎈


Vit fara at gera ymiskt ígjøgnum allan dagin. Og sigast kann, at dagurin er fyri øll - yngri sum eldri 😉


Meira kunning kemur seinri. Men setið tykkum dagin av longu nú.



Vinarliga Nevndin



Meira kunning


Økið við niðankoyringina:


Víst verður til lýsing av málinum undir somu yvirskrift niðanfyri.


Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini upplýsur at málið hevur verið fyri aftur í býráðsnevndini. Har bleiv einmælt avgjørt, at grundstykki ikki skuldi gerast á økinum, men fríøkið skal gerast til eitt øki partvís við parkeringsplássum og tryvnaðarøki, sum skal fríðkast, soleiðis at økið verður vakurt á at líta og fólk fáa gleði av tí.


Nevndin er sera glað um hesa avgerð, og vónar at hettar skjótt verður framt í verki, so fólk, sum koma niðan í býlingin møta einum vøkrum øki við møguleika bæði fyri parkering og einum tryvnaðarøki, sum virkar innbjóðandi fyri býlingin.

formaðurin




Kunning frá Nevndini


Eigarafelagið hevur – sum kunnugt m.a. frá seinasta aðalfundið – í eina tíð arbeitt við ætlanum um at fríðka økini her Millum Gilja, fáa dagført fótbóltsvøllin, gjørt nýtt spæliøki til børnini og fleiri parkeringspláss.

Til fótbóltsvøllin og spæliøkið hava vit fingið fíggjarligan stuðul frá Tórshavnar Kommunu.



Økið við niðankoyringina:


Eigarafelagið hevur í longri tíð arbeitt við ætlan um fríðka økið við niðankoyringina, sum í dag mestsum liggur sum “ein ruin”. 


Sum kunnugt hevur ljóðað at ein deild í kommununi hevði ætlanir um at útstykka hettar, meðan ein onnur arbeiddi við einari ætlan um at gera parkeringsøki, møguliga ein part til trivnaðararøki og fríðka økið annars. Eigarafelagið hevur arbeitt við hesu seinru ætlanini saman við umboði fyri kommununa.


Umboð fyri nevndina í Eigarafelagnum hava í summar og heyst verið á fundum við umboð fyri kommununa – býararkitekt, Birita Wardum og formannin í byggi- og býarskipanarnevndini, Tróndur Sigurðsson.


Eigarafelagið vónar at tað fer at eyðnast at fáa eina skilagóða loysn saman við kommununi at fríðka økið við niðankoyringa, gera parkeringspláss og ein part til trivnaðarøki.




Miðøkið Millum Gilja


Fótbóltsvøllurin:


Næst seinasta vikuskiftið høvdu vit tveir langar, stravnar, men hugnaligar og stuttligar arbeiðsdagar, har vit giljabúgvar løgdu nýggja graslíki á.

Tað var í tøkum tíma, tí nú er blivið eitt sindur kaldari og meira væta er í luftini, so helst hevði verið trupult at líma vøllin seinri uppá árið. Tað er fantastiskt at vera komin so langt, tí vit hava bíða í fleiri vikur eftir veitara, sum skuldi planera vøllin av nýggjum.


Næsta “byggistig” er at snøgga og festa graslíki við kantarnar, leggja sandin út og arbeiða hann niður í grasið. Síðani er at fáa sett málini upp, at fáa ljós við vøllin, og nýggjar bandar framvið. So komið enn fleiri og takið fatt næsta arbeiðsdag.

Meira um hettar á facebook-bólkinum, har myndir frá arbeiðsdøgunm eisini liggja.


Spæliøkið til børnini:


Spøliøkið verður gjørt á økinum har hylurin var. Í fyrstu atløgu hava vit valt at keypa okkurt, sum børnini kunna klintra og sveiggja í.  Ætlanin er at seta hettar upp, tá arbeiðið við fótbóltsvøllin er liðugt. Meira um hettar seinri.


Miðøki annars:


Umframt fótbóltsvøll og spæliøkið er ætlanin annars at gera møguleika fyri eldstaði/”grillplássi”, seta upp borð og benkur har.

formaðurin

31. oktober 2016




Heimasíðan er dagførd: 10/06-2018

Samband við nevndina:


Samband fæst við nevndina við at skriva teldubræv til hesa adressuna:

nevnd@millumgilja.org


Eisini hevur eigarafelagið eina facebook vanga. Sí: https://www.facebook.com/groups/1475934095960266/



Limagjald til Eigarafelagið


Tað lættasta og besta er at gjalda hvønn mánað ella kvartárliga við fastari flyting umvegis bankan.


Lima- & Sjónvarpsgjald er frá 1. oktober 2016 200 kr. um mánaðin og skal gjaldast inn á konto í Eik: 9181 - 127.113.1

Um Eigarafelagið og heimasíðuna:


Eigarafelagið Millum Gilja er eitt felag fyri eigarar og íbúgvar Millum Gilja.


Henda heimasíðan er gjørd fyri at kunna íbúgvarnar um ymisk viðvíkjandi Eigarafelagnum Millum Gilja og Felagsantennuni, sum Eigarafelagið Oman Flat eisini er bundið í.