Nýggir Millum Gilja búgvar

Til nýggjar Millum Gilja búgvar.


Eigarafelagið Millum Gilja vil við hesum bjóða tær/tykkum at vera vælkomin Millum Gilja.


Øll húski, sum eru Millum Gilja skulu vera limir í eigarafelagnum og skulu gjalda limagjald til felagið.


Limagjald skal gjaldast antin einaferð um mánaðin, kvartárliga, hálvárliga ella árliga á konto í Eik: 9181 - 127.113.1


Limagjaldið er 200 kr. um mánaðin (600 kr. kvartárliga,  1.200 kr. hálvárliga ella 2.400 kr. árliga)


Limagjaldið fevnir um gjald til eigarafelagið og til antennufelagið hjá okkum Millum Gilja.


Antennufelagið hevur eina kápulantennuskipan við nógvum sjónvarps- og radiorásum, sum limagjaldið fevnir um, tó skal vanlig kringvarpsgjald eisini gjaldast til Kringvarp Føroya.


Nógv meira kann fáast at vita um eigarafelagið, sjónvarpsrásirnar og hvat gongur fyri seg í økinum annars, við at fara inn á heimasíðu okkara á: www.millumgijla.org og á Facebook bólkin “Eigarafelagið Millum Gilja”.


Vinarliga

Nevndin