Sjónvarps innstillan

Sjónvarps innstillan:

 

Um tú hevur eitt eldi sjónvarp, ber til at keypa ein slíka "boks" at seta til sjónvarpið, so allar tær digitalu kanalirnar síggjast. Radiohandilin Opus hevur royndarkoyrt nakrar "boksir", og er komnir fram til eina sera vælvirkandi fyri uml. kr. 900,-. Opus hevur tlf. 779999. Boksin kann sjálvandi keypast aðrastaðni, men neyðugt er at tryggja sær, at hon hevur DVB-C móttakara við MPEG-4 tøkni. Við eini slíkari boks fáa tit eina avbera góða mynd. Um sjónvarpið er gott, og ætlanin ikki er at skifta tað út, er hettar ein bíligur háttur at móttaka allar sjónvarpskanalirnar á netinum.

 

 

Soleiðis leitar tú tær digitalu rásirnar fram á sjónvarpið:

 

Automatisk leiting:

Fylg brúkaravegleiðingini, sum fylgdi við flatskýggjanum ella DVB-C boksini.

 

Viðmerkingar: Minst altíð til at velja antennusamband "Kabel", tí signalið tú móttekur kemur gjøgnum kápil. 

 

Onkur sløg av flatskýggjum hava tann eginleika, at bert nakrar fáar rásir koma fram, tá leitað verður. Um tú velur "Fullskalasøgning" ístaðin fyri "Hurtigsøgning", kann hettar loysa trupuleikan.  (t.d. nøkur sløg av Sony ella Philips).Um bert fáar rásir koma fram tá tú leitar, vel so hin leitiháttin.

 

Flestu sjónvørp kunna finna allar rásir við "automatiskari" leiting. Um hettar ikki ber til, kann leitast manuelt.

 

 

Manuel leiting:

 

Neyðugt er í høvuðsmenu´ini at seta leitingina til Antenna: Cable og møguliga velja bæði analoga og digitala leiting.

 

Manuell leiting at fáa sjónvarpsrásirnar inn. Td. við Samsung sjónvarp - Uppseting av digitalum rásum

 

  1. Far inn á Config./Instalation, vel land, har skal ein koda setas til "0000", vel (Finnland),  bakka aftur.

 

  1. Far undir manuella leiting og tasta inn á ymsu feltini: frekvens, symbol rate og modulatión - virðir verður upplýst     niðanfyri.

 

Punkt 2 skal endurtakast um fleiri frekvensir eru. – Og sum sæst niðanfyri, so er neyðugt at gera hetta fyri hvønn einstakan frekvens

 

  1. Vel undirtekst til danskt.

 

 

 

DVB-C Frekvensir - Frekvensirnir eru ymskir og vístir niðanfyri.

 

Symbol Rate talið er 6875 og 

Modulatiónin er 256 Quam.

 

Frekvensirnir eru: 

 

306 000 hettar tann einasti, har quam skal setast á 128 Quam

 

314 000 á øllum hesum niðanfyri skal quam setast á 256 Quam

474 000 Rás 1

538 000         

546 000 

554 000 

562 000 

570 000 

578 000 

586 000 

594 000  

602 000 

610 000

618 000

626 000 

634 000

642 000 

674 000

682 000  

 

 

 

 

 

Yvirlit yvir rásirnar sæst undir Sjónvarpsrásir