Viðtøkur

VIÐTØKUR FYRI EIGARAFELAGIÐ MILLUM GILJA 



 


I: Navn, heimstaður og endamál


 

§1


Navn felagsins er: Eigarafelagið Millum Gilja, í Hoyvík.


 


§2


Endamáll felagsins er:



a.at taka sær av øllum felags áhugamálum limanna í sambandi við framtíðar viðlíkahaldi og umsiting av felagsútbúnaði og í líkum málum at umboða limirnar mótvegis kommununi og øðrum almennum stovnum.

 

b.at hava umsorgan fyri, at eingin av íbúgvunum í nýtslu sínari av ognini ger nakað, sum spillir dámin av búðstaðarøki, ella á annan hátt er til ampa fyri grannarnar.


 


II: Limir felagsins



§3



Limarætt og limaskyldu hava allir núverandi og komandi eigarar av grundstykkjum í Millum Gilja.

 

Limur kann bert verða koyrdur úr felagnum, um hann ikki Iýkur skyldur sínar, og hetta verður viðtikið á aðalfundi, eftir at limurin frammanundan hevur fingið skrivliga ávaring frá nevndini.


 


§4



Limirnir ábyrgjast ikki persónliga fyri skyldur felagsins, men einans við limagjaldinum.


 


III: Nevndin



§5



Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd, sum verður vald á aðalfundi.

 

Nevndin fær fulltrú til at fremja endamál felagsins og umboðar felagið úteftir.

 

Nevndin hevur fulltrú til vegna felagið og hvønn einstakan lim at undirskriva øll neyðug skjøl til fremjan av endamál felagsins, herundir sáttmálar við arbeiðstakarar, veðsetingarskjøl og Iániskjøl. Somuleiðis hevur nevndin heimild til at samráðast við og gera møguligar avtalur við kommununa og aðrar almennar stovnar til tess at fremja endamál felagsins.


 


§ 6



Tann í §5 umrødda nevndarfulltrú fer úr gildi, tá útstykkingin er liðug, allar útreiðslur í hesum sambandi goldnar, og hvør limur fingið skeyti uppá sítt grundstykki.

 

Nevndin hevur til uppgávu at taka sær av øllum felags áhugamálum limanna.

 

Um tað, sum gerst á nevndarfundi, verður frágreiðing skrivað í fundarbókina.


 


§7



Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara. Nevndarformaðurin og nevndarlimirnir fáa samsýning fyri arbeiði sítt. Samsýningarnar verða um neyðugt at ásetast av aðafundinum.


 


IV: Abalfundurin



§8



Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

 

Einans á aðalfundinum kunnu viðtøkurnar verða broyttar ella felagið tikið av.


 


§9



Ársaðalfundurin verður hildin í apríl ella maj mánaði við hesi skrá:

 

Frágreiðing um virki felagsins í farna ári og framløga til góðkenningar av ársroknskapi við grannskoðaraátekning.

 

Val av 3 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.

 

Val av grannskoðara.

 

Ymiskt.

 

Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tørv vera á tí, ella tá í minsta lagi 1/4 av limunum krevja tað.


 


§10



 

Aðalfundurin verður hildin í Tórshavnar kommunu og fundarboð send limunum í minsta lagi 8 dagar undan fundinum.

 

Rætt til at møta á fundi hava limir felagsins.

 

Hvør limur hevur eina atkvøðu.

 

Aðalfundurin velur fundarstjóra.

 

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.

 

Til at samtykkja broytingar av viðtøkunum ella avtøku av felagnum krevst tó, at í minsta lagi helmingurin av limunum eru á fundið og at meirilutin av teimum, ið eru á fundi, greiða atkvøðu fyri.

 

Er minni enn helmingurin av limunum á fundinum, men verður uppskotið viðtikið av teimum, sum vóru á fundi, verður nýggjur aðalfundur hildin innan 14 dagar, og á hesum fundi kann uppskotið verða viðtikið, uttan mun til hvussu nógvir limir eru á fundinum.

 

Um tað, sum gerst á aðalfundi, verður frágreiðing skrivað í fundarbókini.


 


V: Hvussu felagið verður bundið



§11



Felagið verður bundið av formanninum.

 

Avgerðir, ið føra við sær figgjarliga ábyrgd fyri felagið ella teir einstøku limirnar, herundir undirskriving av arbeiðstakarasáttmálum, lániskjølum og veðskuldabrøvum, krevja tó undirskrift av øllum nevndarlimum.


.