Forsíða

Eigarafelagið Millum Gilja

Ólavsøkan millum Gilja

29. juli 2020


Kl 14.00 Kommunan skipar fyri sjónleiki á vøllinum “Lítli Klávus og stóri Klávus”


Kl 14.00 -17.30 uttanfyri barnagarðin

- ymisk spøl v.m.

- kaffi og vaflur

- okkurt søtt til børnini


Kl 17.15 Danny og Ingi Poulsen spæla


Kl 22.00 Hallur Joensen spælir


Kl 24.00 Midnáttarsangur


Ynskiligt er, at vaksin eru saman við børnunum, og hjálpa til.


Trivnaðarbólkurin og nevndin

Arbeiðs- og hugnadagur, leygardagin 4. juli 2020.


Leygardagin 4. juli fara vit holt við at sláa græsið í miðøkinum og hugna okkum. Vit fylgja coronatilmælunum, og tí er skráin eitt sindur skerd. Sum stríð fyri arbeiðið enda vit dagin við at grilla. Tjaldið seta vit upp fríggjakvøldið.


Skrá:

 

Arbeiðs- og hugnadagurin byrjar kl. 1300. Kaffi og okkurt afturvið

Sláa græs, raka saman og fylla sekkir

Sniglafellur verða settar upp


Spøl uml. kl. 1500 - hesi og møguliga onnur

  • Skattajakt
  • Togtoga
  • hoppa band
  • posarenning
  • trillibørukapping


Grilla - sum løn fyri stríðið fara vit at grilla, tá arbeiðið er liðugt, og fáa vit eisini okkurt afturvið.

 

Tilmelding og kostnaður. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við bindandi tilmelding til tiltakið og upplýsa húsa nr., tal av vaksnum og børnum til: tilmelding@millumgilja.org  

Seinasta freist at melda til er mikudagin 1. juli.


Tallerkar, knívar og gaflar skulu tit sjálvi taka við.


Vit gleða okkum, og vóna at nógvir giljabúgvar møtast á degnum.

 

 😀Nevnd og tryvnaðarnevnd 😀 

Tekjurnar á Randarhúsunum


17. juni 2020 er soljóðandi avgerð móttikið frá Byggi- og býarskipanarnevndini um lit á tekjunum.

Kommunan hevur góðkent, at eigarar av randarhúsunum kunna skifta takplátur út við:


Plannja sinus 51 alminium takplátur við liti Silver metallic, galdandi fyri øll randarhúsini Millum Gilja.


😀Nevndin

Fótbóltur - so rullar fótbólturin aftur

 

Vit hava avgjørt at taka niður Rás 1, har m.a. dystir úr Betri deildini verða vístir - ein hvørt umfar, um vit hava skilt tað rætt.

Rásin sæst á frekvens 474000, 256 quam og symbol rate 6875.

 

Vinarliga Nevndin 😀⚽️  ⚽️  ⚽️


Kyndlagonga verður gamlaárskvøld

 

Aftur í ár fer Millum-Gilja at vera karmur um eitt brak av einum nýggjárshaldið. Og var tað stórt í fjør, so verður tað uppaftur størri í ár!!

 

Kyndlagongan vit møtast til kyndlagongu kl 21.30 og aftur í ár byrja vit á vendiplássinum uttanfyri hjá Paula Waag, nr. 121, har vit tendra kyndlarnar og fara so eina rundu framvið randarhúsunum og allan vegin oman til Palla Danielsen (Millum-Gilja 26), hagani vit fara niðan millum gøturnar og niðan á fríøkið.

 

Aftur í ár hevur Eigarafelagið gjørt stórar faklar, sum vera útlutaðir til vaksnar luttakarar. Vit hava gjørt 50 stykkir og teir verða givnir út eftir “først-til-mølle”-prinsippinum og bert til vaksin.

 

Av trygdaráum skulu hesar reglur haldast, tá kyndlagongan fer til gongu:

- Teir stór kyndlarnir ganga mitt á vegnum

- onnur ganga á gonguteiginum ella aftanfyri teir stóru

  kyndlarnar

- neyðugt er at hava eina ávísa trygdarfrástøðu til tey       

  nærmastu

- vit vilja heita á fólk, at parkera á síðuvegunum meðan

  kyndlagongan er

 

Trygdarbrillur - minnist til trygdarbrillur til børnini

 

Á fríøkinum verður felagsfýrverk. Har verður øl, cider, sunkist og gløgg at fáa.


Nevndin

Tekjurnar á Randarhúsunum



Sum kunnugt so søkti Eigarafelagið millum Gilja í 2018 - vegna eigarafelagið og eigararnar av randarhúsunum millum Gilja – Tórshavnar kommunu um at tinglýsti servitutturin á tekjunum á randarhúsunum millum Gilja verður broyttur, frá at “tekjan skal verða løgd við asbestfrium rukkueternitti” til at kunna leggja aluminiumstak á ístaðin við sama sinus profili og liti, ella øðrum haldgóðum taki.

Tórshavnar kommuna gekk ikki við til at broyta servituttin, men loyvur nú at aluminiums takpláta av ávísum slagi og liti eisini kann leggjast á.


Svarið frá Tórshavnar Kommunu er:


"at kommunan hevur samtykt, at Plannja Sinus 51 aluminiums takplátur við sama profili og liti kunnu nýtast í staðin fyri verandi eternit takplátur á Randarhúsunum.

Eisini leggur kommunan afturat, at allar aðrar ásetingar skulu vera fylgdar, so sum Bygningskunngerðin, almenna byggisamtyktin og so framvegis."



Blíðar heilsanir


Nevndin, tann 15. juli 2019




Innbjóðing


Nevndin í Eigarafelagnum millum Gilja hevur avgjørt at skipa fyri einum felagsdegi, har ætlanin er, at vit skulu hugna okkum og hava ymisk átøk. Høvuðsendamálið við degnum er at fáa so nógvar “giljabúgvan” sum gjørligt at koma saman og hugna okkum.

 

Ásannandi at seinastu árini eru nógvar nýggjar familjur fluttar í økið, og vit ikki hava sæð so nógv til tær og eisini “tilkomna og eldra ættarliðið” á ymsu átøkunum hjá okkum, halda vit at neyðugt er at skipa fyri einum ørðvísi tiltakið.

Vit ætla at dagurin skal vera merktur av hugna, samanhaldi, stuttleika og eitt gott minni hjá okkum øllum, sum í dag búgva í býlinginum.

 

Vit vilja tí bjóða tykkum við til ein felags hugna- og samansjóðingardag, har vit eisini gera okkurt smávegir arbeiðið í 1-2 tímar.

 

Dagurin verður leygardagin 22. juni 2019 við hesi skrá:


Kl. 1400  tiltakið byrjar við hugna og arbeiðsløtu. Einum góðum       

                kaffimunni v.m.

                Hoppiborg v.m. til børnini at stuttleika sær í og ymisk spøl og                  hugni fyri tey vaksnu. Møguliga ein stuttan stuttligan 

                fótbóltsdyst um áhugi er, og okkurt spæl.

                Arbeiðið er at slá græs og raka saman, seta sniglafellur upp,

                og lúka ókrút á fríøkinum.


Kl. 1800  Fara vit at grilla. Eigarafelagið bjóðar sneisabreyð(snobrød)

                til børnini at grilla, umframt at vit grilla skinkukjøt og afturvið

                hava vit eplasalat og salat.

                Eigarafelagið bjóðar okkurt afturvið matinum.

                     

 

Ætlanin er at alt tiltakið verður úti um veðrið loyvir hesum. Annars er ætlanin at seta tjald upp.

                     

Tilmelding er neyðug, so vit vita, hvussu nógv vit skulu keypa inn.

Tilmeldingin fer fram við at:

  • Senda t-post til tilmelding@millumgilja.org og viðmerkja húsanummar, nøvn á teimum, sum luttaka (tilskila hvør er vaksin og hvørji eru børn).
  • Tiltakið er ókeypis.

 

Eru spurningar, eru tit vælkomin at skriva til nevnd@millumgilja.org.

 

Blíðar heilsanir


Nevndin tann 4. juni 2019

Hjartastartari

Hjartastartarin er nú settur upp á fríøkinum beint eystan fyri fólbóltsvøllin.

Vit takka gevaranum, Waag-bilar fyri stórfingnu gávuna. 

24. mai 2019 Nevndin

Innkallan til aðalfund 2019


Við hesum verður kallað inn til árliga aðalfundin í Eigarafelagnum millum Gilja,


mikudagin 22. mai 2019 kl. 19:30 í Býlingshúsinum.


Skrá sambært § 9 í viðtøkunum:


1. Aðalfundurin velur fundarstjóra.


2. Aðalfundurin velur skrivara


3. Frágreiðing um virki felagsins í farna ári


4. Framløga av grannskoðaða ársroknskapinum til góðkenningar.


5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.


6. Val av grannskoðara.


7. Ymiskt.



Sambært §10 í viðtøkunum hava limir felagsins rætt til at møta á fundinum

 

Hvør limur hevur eina, atkvøðu.

 

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.


12. mai 2019


Blíðar heilsanir


Nevndin

 



Kyndlagonga verður gamlaárskvøld

 

Hey øll somul 😀

 

Nýggjársaftan kl. 21.00 fara vit at ganga kyndlagongu.

 

Vit møtast viđ vendiplássiđ viđ nr. 121 (uttanfyri hjá Paula Waag/Bjarna Djurholm) hagani ganga vit runt Millum-Gilja og hittast á stóra fríøkinum, har skipađ verđur fyri felags fýrverki.

 

Øl og cider er til tey vaksnu og sunkist til børnini.

 

Tađ hevđi tí veriđ deiligt, um tit søgdu frá, hvussu nógv koma úr hvørjum húsi (nýggjársgestir eru sjálvandi vælkomnir eisini) 😉🔥🎉

 

Melda til á:https://www.facebook.com/events/217416575467500/

 

 

GG!

Tađ er ikki møguligt at koma viđ brenni til báliđ, tá vit bert hava tunnir í ár ☺👍.

 

 

30 ára merkisdagur


Í ár eru 30 ár liđin, síđani fyrstu fólkini fluttu til Millum-Gilja 🇫🇴🇫🇴🇫🇴


Hetta fara vit at feira, og tí hava vit sett 30. september at vera dagin, har vit hátíđarhalda, at býlingurin hevur rundađ tey 30 🍾🎉🎈


Vit fara at gera ymiskt ígjøgnum allan dagin. Og sigast kann, at dagurin er fyri øll - yngri sum eldri 😉


Meira kunning kemur seinri. Men setið tykkum dagin av longu nú.



Vinarliga Nevndin



Heimasíðan er dagførd: 21/6/2020

Samband við nevndina:


Samband fæst við nevndina við at skriva teldubræv til hesa adressuna:

nevnd@millumgilja.org


Eisini hevur eigarafelagið eina facebook vanga. Sí: https://www.facebook.com/groups/1475934095960266/



Limagjald til Eigarafelagið

 

Tað lættasta og besta er at gjalda hvønn mánað við fastari flyting umvegis bankan.

 

Lima- & Sjónvarpsgjald er frá 1. oktober 2016 200 kr. um mánaðin og skal gjaldast inn á konto í Eik: 9181 - 127.113.1

 

Tilber eisini at gjalda fyri kvartalið ella árið, men lætttast hjá okkum er um føst flyting verður framd hvønn mánaða við tilskilan av húsa nr.

Um Eigarafelagið og heimasíðuna:


Eigarafelagið Millum Gilja er eitt felag fyri eigarar og íbúgvar Millum Gilja.


Henda heimasíðan er gjørd fyri at kunna íbúgvarnar um ymisk viðvíkjandi Eigarafelagnum Millum Gilja og Felagsantennuni, sum Eigarafelagið Oman Flat eisini er bundið í.