Sjónvarps innstillan:
Um tú hevur eitt eldi sjónvarp, ber til at keypa ein slíka "boks" at seta til sjónvarpið, so allar tær digitalu kanalirnar síggjast. Radiohandilin Opus hevur royndarkoyrt nakrar "boksir", og er komnir fram til eina sera vælvirkandi fyri uml. kr. 900,-. Opus hevur tlf. 779999. Boksin kann sjálvandi keypast aðrastaðni, men neyðugt er at tryggja sær, at hon hevur DVB-C móttakara við MPEG-4 tøkni. Við eini slíkari boks fáa tit eina avbera góða mynd. Um sjónvarpið er gott, og ætlanin ikki er at skifta tað út, er hettar ein bíligur háttur at móttaka allar sjónvarpskanalirnar á netinum.
Soleiðis leitar tú tær digitalu rásirnar fram á sjónvarpið:
Automatisk leiting:
Fylg brúkaravegleiðingini, sum fylgdi við flatskýggjanum ella DVB-C boksini.
Viðmerkingar: Minst altíð til at velja antennusamband "Kabel", tí signalið tú móttekur kemur gjøgnum kápil.
Onkur sløg av flatskýggjum hava tann eginleika, at bert nakrar fáar rásir koma fram, tá leitað verður. Um tú velur "Fullskalasøgning" ístaðin fyri "Hurtigsøgning", kann hettar loysa trupuleikan. (t.d. nøkur sløg av Sony ella Philips).Um bert fáar rásir koma fram tá tú leitar, vel so hin leitiháttin.
Flestu sjónvørp kunna finna allar rásir við "automatiskari" leiting. Um hettar ikki ber til, kann leitast manuelt.
Manuel leiting:
Neyðugt er í høvuðsmenu´ini at seta leitingina til Antenna: Cable og møguliga velja bæði analoga og digitala leiting.
Manuell leiting at fáa sjónvarpsrásirnar inn. Td. við Samsung sjónvarp - Uppseting av digitalum rásum
Punkt 2 skal endurtakast um fleiri frekvensir eru. – Og sum sæst niðanfyri, so er neyðugt at gera hetta fyri hvønn einstakan frekvens
DVB-C Frekvensir - Frekvensirnir eru ymskir og vístir niðanfyri.
Symbol Rate talið er 6875 og
Modulatiónin er 256 Quam.
Frekvensirnir eru:
306 000 hettar tann einasti, har quam skal setast á 128 Quam
314 000 á øllum hesum niðanfyri skal quam setast á 256 Quam
474 000 Rás 1
538 000
546 000
554 000
562 000
570 000
578 000
586 000
594 000
602 000
610 000
618 000
626 000
634 000
642 000
674 000
682 000
Yvirlit yvir rásirnar sæst undir Sjónvarpsrásir
Boð til nevndina kunnu sendast á teldupostadressuna: nevnd@millumgilja.org